HEIM
15.05.2009

Elsa Højgaard 25 ára starvsdag

Elsa Højgaard hevði 1. mai 25 ára starvsdag sum hjálparfólk í Barngarðinum á Mýrunum.

Hon byrjaði í Kongshavnar Barnagarði og vøggustovu og flutti við út í Barnagarðin á Mýrunum tá hann bleiv tikin í brúk í 2003.

Dagurin var hildin í Barnagarðinum á Mýrunum í dag saman við børnum og starvsfólkið á stovninum. Eisini vóru umboð fyri Runavíkar kommunu við og handaði Magnus Rasmussen, borgarstjóri, henni ein málning. Børnini í Heimistovu handaðu henni eisini ein málning, sum tey høvdu málað.

Borgarstjórin takkaði Elsu fyri drúgva og trúgva tænastu.