HEIM
20.11.2017

Ellivu stórmeistarar eru í Runavík

Grein: Jóannes Hansen/in.fo

Mánakvøldið klokkan 18 verða fyrstu leikirnir fluttir í Runavík Open í talvi. Kappingin verður í Løkshøll, og tað verður telvað hvønn dag fram til sunnudagin, tá ið níggjunda og síðsta umfar verður á skránni.

Mikudagin og leygardagin vera tvey umfør. Tá verður fyrra umfarið klokkan 9 og seinna umfarið klokkan 15. Allar hinar dagarnar verður telvað frá klokkan 15 uttan sunnudagin, tá ið lagt verður fyri klokkan 14.

55 telvarar taka lut. Millum teirra eru ellivu stórmeistarar. Tann við hægsta styrkistalinum er GM Deep Sengupta (2587) úr India og honum næstur GM Oleg Kornev (2557) úr Spania. Níggju av stórmeistarunum hava styrkistal, sum er omanfyri 2500.

Millum luttakararnar er IM Nihal Sarin (2483) úr India. Hann er trettan ára gamal, og vann fyrr í ár fyrsta stórmeistaranormin. Hann hevur vunnið gull og silvur í fleiri ungdóms HM kappingum og verður roknaður at hava serligt hegni at telva. Tríggir stórmeistarar úr India luttaka í Runavík Open.

Millum luttakararnar eru ellivu íslendingar. Teirra millum er IM Guðmundur Kjartansson (2456), sum vann kappingina fyri einum ári síðani

Helgi Dam Ziska luttekur ikki í ársins útgávu at Runavík Open. Tríggir av hinum føroyingunum, sum í gjár vunnu europeisku meistarakappingina fyri smátjóðir, eru millum luttakararnir – Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.