HEIM
28.02.2014

Electricity Checker vann Skúla FM í íverksetan

Løkshøll var karmur um finaluna í Skúla FM í íverksetan fyrrapartin.

Durita Joensen, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin, og síðani leiddi Rani Nolsøe frá Íverksetanarhúsinum annars tiltakið.

Byrjað varð við tónleiki frá einum lokalum bólki, og spældu hesir eisini eftir steðgin.

Fimm bólkar høvdu vunnið seg í finaluna. Tríggir bólkar høvdu gjørt appir, meðan ein bólkur hevði gjørt ein "mentanarpier" og tann seinasti bjóða seg fram við 3d prenti.

Bólkarnir løgdu sínar verkætlanir fram, og síðani metti ein dómsnevnd um ætlanirnar.

Tá avtornaði vann bólkurin Electricity Checker úr Skúlanum við Løkin føroyameistaraheitið. Í bólkinum eru Rógvi Langgaard, stjóri, Betuel Reinert Hansen, búskaparleiðari, Elsa Skoubo Jacobsen, markaðarleiðari og Bárður Johannesen, appsniðgevi. Endamálið við appinum var at hjálpa fólki at spara streym við at rokna út, hvussu streymnýtslan er hjá eltólum. Ásbjørn Berthelsen er lærari hjá teimum í breytini íverksetan.

Bjørn Kalsø landstýrismaður í mentamálum handaði vinnarunum steyp. Teir fingu eitt ognarsteyp, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, og eitt ferðasteyp. Ferðasteypið var longu í Skúlanum við Løkin, eftirsum ein bólkur frá skúlanum eisini vann kappingina í fjør. Eisini vunnu tey ein kekk á 5.000 kr.

Vit ynskja Elsu, Bárði, Rógva og Betuel hjartaliga tillukku við sigrinum.