HEIM
09.03.2014

Electricity Checker á vitjan hjá borgarstjóranum

Fríggjamorgunin vóru FM vinnararnir í íverksetan á vitjan hjá borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu.

Teir fýra næmingarnir í 10. flokki í Skúlanum við Løkin, Rógvi Langgaard, Betuel Reinert Hansen, Elsa Skoubo Jacobsen og Bárður Johannesen, vóra saman við lærara sínum í íverksetanarbreyt, Ásbjørn Berthelsen, og skúlastjóranum, Duritu P. Joensen, og varaskúlastjóranum, Ingvard Lamhauge, boðin til ein drekkamunn í býráðssalinum, í samband við, at tey vunnu skúla FM í íverksetan fyri einari viku síðani.

Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og handaði teimum gávur. Síðani fór prátið víða um íverksetan og skúlaskap. Næmingarnir eru nú spentir uppá víðari skúlagongd sína, nú tíðin í framhaldsdeildini fer at halla.

Bólkurin Electricity Checker vann skúla FM í íverksetan við einum appi, sum kann hjálpa fólki at spara streym við neyvt at siga, hvussu nógvan streym ymisku tólini í heiminum nýta.