HEIM
09.05.2011

Eldur umborð á Athenu

Um midnáttina varð boðað frá eldi umborð á Athenu, sum liggur við bryggju á Høgabóli. Sløkkilið hava arbeitt alla nátt, men enn er tó einki tamarhaldi á eldinum, tí ikki er ráðiligt at fara umborð at sløkkja. Uppgávan hevur tí verið at tryggja at skipið ikki slítur frá landi.

Av tí at uml. 18 tons av ammoniakki eru umborð og vandi er fyri at eitraði roykurin fer í luftina, gjørdi løgreglan av í nátt at evakuera fólk á Skála og Skálafirði, sum vórðu savnað í bygdarhúsinum á Strondum. Seinni í morgun hava fólk eisini fingið boði at fara í Leguhúsið í Nesvík.

Í morgun eru fleiri avlýsingar bæði hjá arbeiðsplássum og skúlum - og ávaringarnar um roykeitran standa við.

Øll barnaansingin í kommununi, uttan í Oyndarfirði er stongd í dag.