HEIM
14.01.2014

Eldhugaðir luttakarar í trimum lesiringum

Hóskvøldið 9. januar hittust okkara tríggir lesiringar á bókasavninum í Nes kommunu. Samanlagt møttu 22 luttakarar. Vit sótu í trimum bólkum og fingu eitt hugnaligt bókaprát um tríggjar ymiskar bøkur:

Profeterne i Evighedsfjorden, sum Kim Leine hevur skrivað.
Projekt Rosie, sum Graeme Simsion hevur skrivað.
Jeg er Malala, sum Malala Yousafzai sjálv hevur skrivað.

Prátið um bøkurnar gekk sera væl. Áhugavert var m.a. at hoyra, hvat onnur høvdu fingið burturúr at lesa somu bók sum ein sjálvur. Soleiðis fekk bókin nógv djúpri og breiðari týdning enn tað, ein av fyrstan tíð sjálvur hugsaði. Eisini var áhugavert at hoyra, at fólk ikki altíð vóru samd um dygd, ella hvussu bókin skuldi skiljast. Soleiðis eigur eitt gott kjak at vera.

Luttakararnir høvdu eitt gott upplivilsi, og vit kasta okkum eldhugaði yvir næstu bøkur.

Skráin komandi ferðir sær soleiðis út:

20. februar, kl 19.00 á Bókasavninum við Løkin

Brahmadellarnir. (Jóanes Nielsen).
Brot. (Páll Nolsøe).
Før jeg lukker øjnene. (S. J. Watson)

3. apríl, kl 19.00 á Bókasavninum í Nes kommunu

Analfabeten der kunne regne. (Jonas Jonasson)
Hinumegin er mars. (Sólrún Michelsen)
Sarahs nøgle. (Tatiana de Rosnay)

22. mai, kl 19.00 á Bókasavninum við Løkin

Bøkur ásetast seinni.

Síðani verður summarfrí.

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo