HEIM
08.03.2014

Eitt fet á rættari leið – Løkshøll

Spennandi tiltak í Løkshøll, leygardagin 8. mars, um útbúgvingarmøguleikar á Føroya Handilsskúla á Kambsdali

Skrá:
Kl. 13.00 Næmingar, ið hava tónleik, framføra
Kl. 13.20 Frumsýning av stuttfilminum „Sannleikans løta"
Kl. 13.30 Kunning í Løkshøll um útbúgvingarmøguleikar á Handilsskúlanum
Kl. 13.30 Upplegg og rundvísing á bókasavninum um tænastur,
bókasavnið hevur at bjóða lesandi
Kl. 14.10 Handilsskúlin gav mær íblástur:
· Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari, Smyril Line
· Óli Kristian á Torkilsheyggi, eigari og stjóri, Navia
Kl. 14.45 Filmsframløgur av verkætlanararbeiði á „Innovation-Camp"
Kl. 15.00 Næmingar skipa fyri mótasýning

Tiltakið er alment og ókeypis. Les meira á fhk.fo