HEIM
19.03.2008

Eingin páskaframsýning hjá Lions Club Eysturoy

Síðani 1975 hevur Lions Club Eysturoy haft árligar málningaframsýningar, sum hava verið hildnar 1. og 2. páskadag. Tey allar flestu árini í skúlanum í Runavík. Nú er tann skúlin tikin vekk til frama fyri størri skúlabygging, sum ikki er endaliga liðug enn

Fyri gott 30 árum síðani vóru bert fáar málningaframsýningar og flest allar í Havn. Tí helt L.C. Eysturoy tað vera eitt gott hugskot at royna at hava eina í Eysturoynni.

Undirtøkan var so sera góð, bæði frá teimum sum høvdu hug at stilla út, og frá teimum vitjandi, at hetta bleiv afturvendandi tiltak hjá felaginum til hvørjar páskir. Nógv ung óroynd høvdu hug at royna flogið, tí avmarkingar vóru einans í nøgd av myndum, sum hvør kundi sína fram. Tað listarliga var latið teim vitjandi sjálvi at meta um.
Tað hava verið ein rúgva av bæði nýggjum og kendum nøvnum at sæð, fleiri eru tey sum við hesari byrjan nú hava fingið sær eitt navn innan málningalistina.

Í ár hevur Lions Club Eysturoy avgjørt ikki at hava nakra framsýning .

Partvís av omanfyri nevndu umstøðum, partvís tí at umstøðurnar hjá teimum, sum hava hug at stilla út, eru so nógv broyttar til tað betra tey seinastu árini við fleiri hølum sum eru tøk alt árið.

Lions Club Eysturoy vil hervið nýta høvið til at takka teimum mongu listafólkunum, sum hava luttikið hesi nógvu árini, og somuleiðis teim mongu sum hava vitja framsýningarnar.

Við tykkara luttøku og vitjanum hava tit verið við til at stuðla tað hjálpararbeiði, sum Lions er við í. Av hesum kunnu nevnast Eysturoyar Ellis- og røktarheim, Eysturoyar søgu, ymisk fornminnir, Bláa Kross, Ungdóm og ferðsla, ymisk góðgerandi feløg, og uttanlands, stuðla sjúkrahúsbygging á Sri Lanka, Vatnbrunnar í Indien, skúlar í Thailandi og ikki minst hjálp til sjónveik og blind í triðja heiminum o. a.. Hetta hevði ikki lati seg gjørt uttan tykkara stuðul og tøkk skulu tit hava fyri tað, sigur Lions Club Eysturoy.

© Eirikur Lindenskov - Sosialurin