HEIM
23.01.2018

Ein sólskinssøga á vetri

Staðsetingarnar av hjartastartarum kring landið finnast á heimasíðuni www.hjartastartari.fo. Fyri kortum tók Arbeiðarafelagið Hæddin, sum búleikast við Heiðavegin, í miðbýnum, avgerð um at fáa til vega ein hjartastartara. Seinasta miðvikudag varð hann hongdur upp við høvuðsinngongdina hjá felagnum, beint yvir av Ráðhúsinum hjá Runavíkar kommunu.

Hetta var um 10-11 tíðina, at hann var hongdur upp á útvegginum. Sólskinssøgan er, at bert fáar tímar seinri var brúk fyri tólinum, og lív varð bjargað. Um hálvgum tvey tíðina sama dagin smellur ein maður um á gonguteiginum nærindis Hæddini, og fólk sum sóu tilburðin vóru skjót í vendingini. Fingu hjartastartaran á staðið, og ein kona, sum dugdi at fáast við tólið, festi tilsetingina á kroppin á lívleysa manninum.

Nú var at bíða eftir boðum frá hjartastartaranum, hann stoytir ikki uttan so at hjartað er steðgað og flákran kennist. Trýst varð á knøttin, startarin stoytti, og maðurin vaknaði við aftur. Hesin varð síðani fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkravogni, ið var skjótur á staðið.

Ein søga sum ger greitt, hvussu ómetaliga týðandi tað kann vera, at hugsa fyribyrgjandi, soleiðis sum Arbeiðarafelagið Hæddin hevur gjørt í hesum førinum.

Stig Davidsen, Hæddin, og brandmajorurin, Sunnleif Højgaard, eru fegnir um at átakið hjá arbeiðarafelagnum kundi vera til hjálpar, nú tørvur var á hesi hjálpini, sum nýfingna tólið kundi veita, í eini ringari støðu, har avleiðingin annars, í versta føri, hevði verið lívlát, um felag og hartil fólk á staðnum ikki vóru so vaks, táið tað veruliga galt.