HEIM
19.10.2007

Eik Banki høvuðsstuðul hjá Faroexpo og Mentanarvikuni

Eik Banki høvuðsstuðul hjá Faroexpo og Mentanarvikuni

28. oktober – 4. november 2007 verður Mentanarvika í Runavík, og 29. oktober – 1. november verður stóra vinnustevnan Faroexpo. Eik er høvuðsstuðul hjá Mentanarvikuni og hjá Faroexpo. Í hesum sambandi er vert at seta fleiri krossar í kalendaran, tí Eik skipar fyri spennandi tiltøkum.

Týskvøldið 30. oktober kl 19.30 skipar Eik Markets fyri tiltakinum "Legg í Framtíðina", har kunnað verður um, hvussu tú kanst senda pengarnar til arbeiðis við at seta teir í virðsbrøv, og hvørjar pengar tú kanst brúka til virðisbrøv, t.d. kapitalpensjónina. Margareth Djurhuus og Sverri Justinussen frá Eik Markets greiða frá. Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Stórustovu í Barnagarðinum á Mýrunum í Runavík. Tú kanst tekna teg til tiltakið á heimsíðuni www.eik.fo ella á deildini hjá Eik í Salltangará. Evsta mark at boða frá luttøku er mánadagin 29. oktober.

Mikukvøldið 31. oktober kl. 19.30 skipar Eik-ungdómsdeildin, 18-25, fyri tiltakinum "Ung og íverksetan". Íverksetan, hvat er tað? hevði man sagt fyri bara fáum árum síðani, men alt broytist. Alsamt fleiri ung seta í dag egið virki á stovn. Tað er spennandi og hugskotið hevur 80 % at siga, siga íverksetarakøn. Rani Nolsøe frá Íversetarahúsinum í Klaksvík og Bjartur Nolsøe frá Vinnulívsdeildini í Eik leggja fram. Eisini fer Evald Johannesen frá "Paintball Føroyar" at greiða frá sínum hugskoti. Umframt okkurt gott til góman, fara Beinta og Jórun at spæla tónleik. Tiltakið, sum er ókeypis, verður hildið í Hæddini í Saltangará, og tú kanst tekna teg á heimasíðuni hjá ungdómsdeildini hjá Eik - www.18-25.fo.

Leygarkvøldið 3. november kl. 22 verður super feit konsert í ítróttarhøllini í Runavík, har Høgni Lisberg, Crawling Blue, Boys In A Band spæla saman við Simon Mathew úr Danmark. Eik Banki og fyrireikararnir av Faroexpo og Mentanarvikuni skipa fyri konsertini. Atgongumerkini kosta 220 kr og eru til keyps á kunningarstovunum í Runavík og Tórshavn og í Kiosk Vár í Saltangará og Klaksvík.

Og sjálvandi verður Bassi eisini í Runavík í hesum døgum. Mánadagin kl. 13.30 verður Mentanarvikan sett á økinum við Býráðshúsið hjá Runavíkar kommunu. Eftir at Elin Heinesen, stjóri í Samvit, hevur sett Mentanarvikuna, vitjar Bassi við onkrun góðum til børnini. Sunnudagin 4. november verður Ársins barnatiltak í høllini í Runavík, og har verður Bassi við. Bassi er altíð í gávuhýri, so øll børnini fáa gávu frá Bassa.