HEIM
03.11.2017

Eigur tú óviðkomandi lutir úti á almennum øki?

Nú skal ruddast á almennum økjum í kommununi. Runavíkar Kommuna setur nú umhvørvið á breddan, og í fyrstu atløgu verður farið í gongd við at burturbeina órudd úti á almennum øki. Hetta er byrjanin til eitt framhaldandi átak á umhvørvisøkinum, og fer at geva nøkur sjónlig úrslit í bý- og bygdarmyndini. Politiskur stuðul frá umhvørvisnevndini hevur ført við sær, at kommunan arbeiðir við at fremja tað fyrisitingarliga arbeiðið við óruddi og burturkasti.

Harumframt er kommunan í gongd við at skráseta órudd og burturkast við myndum. Út frá tí hevur kommunan valt nøkur almenn øki, sum verða mett at hava tørv á upprudding. Byrjað verður við rudda úti á teimum almennu økjunum í Skálafirði og á ídnaðarøkinum í Rituvík.

Eigur tú óviðkomandi lutir á teimum almennu økjunum á Ídnaðarøkinum í Rituvík og Skálafirði skulu teir verða burturbeindir í seinasta lagið 1. Desember 2017. Kanst tú ikki burturbeina lutirnar av økjunum áðrenn ta ásettu freistina, ert tú vælkomin til at ringja til Runavíkar Kommunu og gera eina avtalu um eina nýggja freist.

Fyri at tryggja, at onki av virði verður burturbeint av óvart, fáa tey, sum hava sett lutir út á almenn økir uttan loyvi, møguleika fyri at koma eftir lutunum og flyta teir á eitt hóskandi stað, áðrenn kommunan fer í gongd við at burturbeina óviðkomandi lutir úti á almennum økjum.

Lýsingin av tí generellu mannagongdini við at burturbeina órudd og burturkast úti á almennum øki í Runavíkar Kommuna er á fylgjandi leinkju: leinkju: Soleiðis verður ruddað .....

Trýst á fylgjandi leinkju fyri at lesa meira um hvat lógin sigur um órudd og burturkast Leinkja: Hvat er órudd....

Meira kunning um arbeiðið við óruddi og burturkasti, verður lýst á heimasíðuni og øðrum miðlum.