HEIM
24.03.2020

Earth Hour 2020 – Verið við, og gevið myrkinum frið

Tann 28. mars frá kl. 20.30-21.30 luttekur Runavíkar kommuna eisini í ár í tí heimsumfatandi Earth Hour átakinum.

Earth Hour er ein tími har kommunur, býir, fyritøkur, stovnar og fólk kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Hetta er eitt afturvendandi átak sum WWF skipar fyri at varpa ljós á umhvørvi og veðurlagsbroytingar.

Kommunan fer at sløkkja gøtuljósini í øllum bygdunum í kommununi umframt onnur ljós, sum eru ráðilig at sløkkja.

Í hesum døgum eru føroyingar nógv heima við hús, og hetta er eitt átak, sum man kann verða við í heimanífrá.

Runavíkar kommuna vil heita á borgarar, vinnu, stovnar og onnur um at sløkkja ljósini hendan tíman og verða við til at geva myrkrinum frið.

Á Facebook er stovnað eitt tiltak, sum ber til at melda seg sína luttøku á, og sum kann brúkast, sum áminning hetta kvøldi.