HEIM
14.03.2018

Earth Hour 2018

Tann 24. mars frá kl. 20.30-21.30 luttekur Runavíkar kommuna í tí heimsumfatandi Earth Hour átakinum. Earth Hour er ein tími har kommunur, býir, fyritøkur, stovnar og fólk kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Hetta er eitt afturvendandi átak sum WWF skipar fyri at varpa ljós á umhvørvi og veðurlagsbroytingar.

Kommunan fer at sløkkja gøtuljósini í øllum bygdunum í kommununi umframt onnur ljós, sum eru ráðilig at sløkkja.

Nú umhvørvið verður uppraðfest í størri mun, er hetta eitt átak ið hóskar væl til tað grønu leiðina í kommununi.

Runavíkar kommuna vil heita á borgarnar, fyritøkur, stovnar og onnur um at luttaka í átakinum, og vera við til at vísa umhvørvinum fyrilit.

Vita tit um okkurt tiltak í kommununi í sambandi við Earth Hour, eru tit vælkomin til at boða kommununi frá.