HEIM
04.12.2013

Dýpið, íslendskur filmur í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll

Norðurlandahúsið: Mikukvøldið 4. desember kl 19.30

Løkshøll: Hóskvøldið 5. desember kl 20.00

Næsti stóri norðurlendski filmurin, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll í Runavík, er virðislønti íslendski filmurin Dýpið, sum Baltasar Kormákur hevur leikstjórnað. Filmurin varð valdur at umboða Ísland til handanina av 85. Oscarvirðislønini, sum besti filmur á útlendskum máli. Eisini var hann innstillaður til filmsheiðursløn hjá Norðurlandaráðnum í ár. Filmurin byggir á veruligar hendingar hjá Guðlaugur Friðþórsson.
Á ein serligan hátt er hesin filmur áhugaverdur og viðkomandi í Føroyum. Hesar hendingar kundu tað sama farið fram í Føroyum. Sjólívið og teir vandar, vanlukkur og vælsignilsir, sum havið bjóðar, hava flestu føroyingar antin egnar royndir við ella tætt tilknýtið til.

Søgan
Eina kalda nátt í mars 1984, stutt úr landi sunnan fyri Ísland, søkkur ein fiskibátur við allari manningini. Á undrunarverdan hátt eydnast einum manni at bjarga sær í land. Tá ið hann hevur verið í fimm tímar í kalda sjónum, verður hann skolaður upp á land á einum staði, har onki lív er og bert lavalendi. Filmurin er um hesa hugtakandi hending, har lívsviljin hjá einum vanligum manni ger hann bæði til eitt áhugavert vísindaligt fyribrigdi og til eina tjóðarhetju. Men hetta er alt ímóti hansara egna vilja, og tí hevur hann torført við at góðtaka støðuna. At vera hin einasti, sum kom undan við lívinum, kann bæði vera eitt ok og eitt vælsignilsi. At halda áfram í lívinum kann vera tyngsta avgerðin at taka.
Filmurin hevur íslendska talu og enskan undirtekst.

Atgongumerkir
Atgongumerkir á kr 80,- kunnu keypast á www.nlh.fo og www.loksholl.fo

Til sýningina í Løkshøll ber eisini til at keypa atgongumerki í kunningarstovuni í Runavík og við dyrnar ein hálvan tíma áðrenn sýningin byrjar.

Tað er Bókasavnið við Løkin, sum hevur tikið stig til samstarvið um filmssýningar í Runavík, og meira kann lesast á www.lokin.fo