HEIM
04.03.2008

Drekkivatnið á Skála í lagi aftur

"Vatnið á Skála er nú í lagi aftur, og er ikki neyðugt at kóka drekkivatnið longur." Soleiðis varð lýst í ÚF á middegi í dag. Trupulleikar hava verið av bakterium í vatninum seinastu 2 vikurnar, og komst hetta av streymsliti. Mælt hevur verið til, at fólk hava kókað drekkivatn. Í síðstu viku varð vatnið klorað, og nú vísta vatnroyndirnar, at vatnið er í lagi aftur.