HEIM
10.07.2018

Dreingjaliðið hjá Støkk í amboðsfimleiki afturkomið úr Danmark

Frá 01. – 07.juli 2018 hava kappingarliðini hjá dreingjunum hjá Støkk verið á venjingarlegu í Nakskov.

Fyrrverandi høvuðsstaðurin í Danmark innan amboðsfimleik, Nakskov, tók væl ímóti ferðaliðnum. Dreingirnir vandu í sera væl útgjørdu fimleikahøllini, sum var tann fyrsta av sínum slag í Danmark
Túrurin var væl fyriskipaður, og dreingirnir hava hesa knøppu vikuna vant í 4 tímar flestu dagarnar.

Hóast dúgliga varð vant, var eisini pláss fyri nøkrum útferðum í góðveðrinum. Alt ferðaliðið, sum taldi 28 ferðandi, var bæði í Lalandia og í Klutenborg Safaripark, sum eru nærhendis Nakskov.

Vanliga venja kappingarliðini í amboðsfimleiki hjá Støkk, uml. 10 tímar um vikuna árið runt, men hava tó summarferiu í ein mánað, umframt stuttan jólastøðg.
So hóast summarferian stendur fyri durum hjá kappingarfimleikarunum, sum hava verið á ferð, hevði túrurin stóran týdning fyri sosialu samveruna og venjingina sum heild.

Høvuðsvenjarin hjá kappingarfimleikarunum á amboðssíðuni hjá Støkk er Pól Esper Hansen úr Skálafirði, Pól Esper hevur síðani piltur gjørt nógvan fimleik,við fleiri FM-heitum í sjáttuni. Hann hevur fleiri ára royndir sum venjari hjá kappingarliðum og hevur eisini roynt seg sum venjara á landsliðnum. Harumframt er Pól Esper ein av fáu føroyingum, sum er altjóða dómari innan amboðsfimleik.