HEIM
21.06.2017

Doktarahúsini

Á fíggjarætlanini fyri 2017 eru 700 túsund krónur settar av til umbótanir á gomlu Doktarahúsini í Heiðunum. Tey vera í løtuni brúkt til Dagrøktina hjá Runavíkar kommunu. Umframt at húsini skulu málast, skal takið skiftast. Hetta skal alt gerast í summar.

Kommunan hevur avtalað við Spf. Byggiverk v/Ólavi Langgaard, Líðarvegur 8 í Rituvík, at teir taka sær av at skifta takið á húsinum.