HEIM
18.06.2014

Dinna Jensen, býráðsskrivari 25 ára starvsdag

Mánadagin 16. juni 2014 var skipað fyri móttøku fyri familju og starvsfeløgum hjá býráðsskrivaranum Dinnu Jensen, í samband við, at hon hevði 25-ára starvsdag í Runavíkar Kommunu.

Borgarstórin, Magnus Rasmussen, nýtti høvið at takka Dinnu fyri góða og trúgva tænastu, og handaði henni ein málning frá kommununi.

Fleiri starvsfelagar nýttu eisini høvið at bera fram eina heilsan.

Myndarøð: {42053194-DB54-4C78-B1C2-A99EE1280D94}