HEIM
25.08.2015

Demokratia við Løkin

Demokratia skipar fyri almennari og ókeypis val-café á Bókasavninum við Løkin mikukvøldið 26. august klokkan 19.30.
Skráin er soleiðis:

Eydna Skaale, retorikari, heldur fyrilestur við heitinum: At tora at traðka fram.
At tora at stíga fram og siga sína hugsan og sannføra onnur er altumráðandi í dagsins samfelagi, ið krevur alsamt meira støðutakan av einstaklinginum og felagsskapinum. 
Steðgur – søtt ábit og tónleikur við Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen. 
Kjakpanel við fýra aktuellum kvinnuligum valevnum: Hanna Jensen, Petra Iversen, Eyðgunn Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk.
Val er í hond. Tann 1. september skulu føroyingar aftur velja fólk til at umboða seg, og at røkja fólkaræði á Føroya løgtingi, – í einum nýggjum valskeiði. Kynsjavnvágin á tingi er skeiv sum er, og tað er ein demokratiskur trupulleiki, sum m.a. Demokratia skal vera við til at broyta. Endamálið er at vaksa somikið um kvinnuligu umboðanina, at kynini verða javnsett í umboðanini.

Ein spurningur, sum man hava verið bágin hjá mongum, er vantandi dirvi at traðka fram. Tað er eitt tak hjá teimum flestu, men tað er neyðugt at tora at stíga fram, og at siga sína hugsan, og eisini at sannføra onnur, skal demokratiska bráðpannan áhaldandi virka til fulnar. Soleiðis sum samfelagið hevur ment seg á ymsum mótum og í ymsum brigdum, er stórur tørvur á, at einstaklingurin brúkar sínar førleikar og leggur síni sjónarmið fram á torg, fyri at felagsskapurin tekur tær rættastu avgerðirnar til alra frama.

Á val-café´ini í Runavík fer Eydna Skaale, retorikari, at halda fyrilestur undir heitinum: "At tora at stíga fram.”

Í steðginum, eftir fyrra partin av kvøldinum, fara Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen at syngja og spæla nøkur løg. Tá fæst eisini kaffi og okkurt søtt undir góman.

Seinri parturin av kvøldinum verður skipaður sum ein pallborðsfundur. Fýra kvinnulig valevni fara at sita í panelinum, og tær vera: Hanna Jensen, Petra Iversen, Eyðgunn Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk. Tær fara at siga eitt sindur um seg sjálvar, og at greiða frá hví tær bjóða seg fram. Tær fara eisini at tosa um forðingar á leiðini fram til avgerðina at stilla upp, og helst fara vit eisini at hoyra frá teimum um, hvat tær halda um gongdina higartil, tá tað snýr seg um at røkka málinum um kynsjavnsetta umboðan m.a. á Føroya løgtingi. Áhoyrararnir sleppa eisini til orðanna. Deirdre Hansen av Glyvrum fer at stjórna hesum partinum av kvøldinum.

Tiltakið er ókeypis og vónandi møta so mong sum gjørligt – bæði menn og kvinnur.

Meira kann lesast um Demokratia á heimasíðuni: www.demokratia.fo og Eydna Skaale hevur eisini sína síðu, sum eitur: www.retorika.fo
Verið vælkomin á bókasavnið!