HEIM
04.04.2008

Demich opnar handil og verkastað í Saltangará.

Leygardagin 05. Apríl kl 14.00 letur Demich HVS Handil og verkstað upp í Saltangará, har sum rúsdrekkasøla landsins fyrr helt til.
Fólk eru vælkomin inn á gólvið at síggja handilin og verkstaði, saman við einum kaffimunni og køkum. Stjóri í P/f Demich Runavík, verður Jørgin Jacobsen.
Nýstovnaða felagið kemur at bjóða seg fram at veita heildarloysnir av øllum HVS og blikk arbeiði. Í Saltangará fara 4 fólk at arbeiða í byrjanini.
Stjóri í P/f Demich, er Torbjørn Hansen úr Havn.
Demich samtakið hevur nú deildir í Runavík, Havn og Vági. Umleið 40 fólk arbeiði í samtakinum.
Saman við téimum sera orkusparandi BAXI ketlunum og YORK hitapumpunum, er Demich eisini einaumboð av ROYAL SCANDINAVIAN baðirúmsmøblum.
Vanligar yrkadagar verður opið frá klokkan 8-17.