HEIM
29.08.2011

Danskur grunnur letur stuðul til skótahúsið í Runavík

Lokale- og Anlægsfonden hevur á fyrsta sinni valt at stuðla eini størri byggiverkætlan í Føroyum við 2 mió. krónum. Talan er um skótabyggingina hjá skótunum í Runavík. Henda bygging samantvinnur tað fokus, ið LOA hevur á arkitektur og funktionalitet við atliti at serligu veðurumstøðunum í norðuratlantshavinum.

Í byrjanini av 2010 gjørdi Føroyar ein samstarvssáttmála við Lokale- og Anlægsfonden. Hetta gjørdi tað møguligt hjá virknum eldsálum innan ítrótt, mentan og onnur frítíðarítriv í Føroyum, at søkja stuðul til menning og fígging av byggiverkætlanum.
Lokale- og Anlægsfonden hevur á fyrsta sinni játta stuðul til eina størri føroyska verkætlan. Tað snýr seg um hetta skótahúsið í Runavík, sum verður góðar 550 fermetrar til støddar.
KFUM-skótarnir í Runavík hava verið virknir á staðnum í 26 ár, men hava ongantíð havt egið tilhaldsstað. Teir hava húsast í leigaðum hølum í missiónshúsinum á staðnum, sum teir hava deilt við fleiri onnur feløg og bólkar í Runavíkar kommunu. Plásstrotið hevur viðført, at teir uml. 140 skótarnir og leiðararnir ikki hava kunnað ført teirra virksemið út í lívið til fulnar.
Av hesi orsøk vendu skótarnir sær til Lokale- og Anlægsfonden fyri at fáa ráðgeving og møguligan stuðul til bygging av egnum húsi. Samstarvið millum skótarnar og LOA viðførir nú, at eitt nýmótans skótahús verður bygt við løkin tætt við Toftavatn innan árslok 2012. Húsið kemur ikki bert at verða brúkt til skótaaktivitetir, men aðrir lokalir bólkar innan mentan og ítrótt, vilja eisini fáa høvi at gera fasta avtalu um nýtslu av húsinum.

Lokale- og Anlægsfonden stuðlar verkætlanini við 2 mió krónum, Runavíkar kommuna stuðlar við 810.000 kr. og skótarnir hava sjálvir samlað 500.000 kr. til verkætlanina, sum í alt fer at kosta 7,2 mill. kr. at fremja.

Kelda: Portalurin