HEIM
22.10.2012

Dansiskeið á Glyvrum

Í døgunum 24., 25. og 26. oktobur 2012 verður undirvíst í dansi í Fimleikarhøllini á Glyvrum.
Tað eru tær báðar Anna Kirstin Thomsen og Mia Cameron, sum nógv kenna úr dansiumhvørvinum, sum fara at undirvísa í sambandi við Mentanarvikuni Skýming.

Undirvíst verður í line-dansi og standard dansum m.a. eingilskum dansi, foxtrot, quick-step, rock’n roll og valsi. Hetta eru dansir, sum vanliga verða nýttir til veitslur. Dentur verður lagdur á at læra fólkið dansirnar frá A-Z .
Skeiðið er fyri øllum dansiáhugaðum. Nýbyrjarum og fyri teimum sum áður hava luttikið í danskiskeiði, ungum, vaksnum, pørum og støkum.
Øll kunnu vera við.