HEIM
16.09.2009

Dansileikurin “Barbara” frumframførdur í Føroyum

Dansileikurin "Barbara", sum er eitt nýmótans verk eftir føroyska tónaskaldið Trónd Bogason og danska koreografin Ingrid Tranum, verður frumframførdur í Føroyum fyrst í oktober. Tað verða dansarar frá Saga Dance Art Collective og føroyski vokalbólkurin Mpiri, sum framføra verkið.

Framførslurnar í Føroyum verða í Løkshøll í Runavík, hóskvøldið 1. oktober kl. 19.30 og í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 3. oktober og sunnukvøldið 4. oktober kl. 19.30.

Dansileikurin var danska umboðið á heimsframsýningini EXPO í Spania í 2008, heimsins størsta mentanartiltak. Sýningarnar í Føroyum eru partur av norðurlendskari rundferð hjá Barbara-hópinum.

Um leikin
Barbara byggir á skaldsøguna hjá Jørgen Frantz Jacobsen við sama navni. Í leikinum verður søgan um Barbaru sett inn í eitt nýtt tíðarskeið og søgd gjøgnum dans, tónleik, rørslur og ljóð. Eisini vera beinleiðis innsløg, sum verða tikin upp ymsastaðni í og uttanfyri leikhúsinum, varpaði upp á stórskíggja – í Barbaru verða mørkini millum leikmynd og veruleika sett úr gildi. Tónleikurin tekur støði í gomlu Kingusálmasiðvenjuni og verður tulkaður gjøgnum kórsang, upplestur og elektroniskan tónleik.

Fólkini handan Barbaru eru:

Koreografur: Ingrid Tranum
Tónaskald: Trondur Bogason
Kórleiðari: Gorm Larsen
Dansarar frá Saga Dance Art Collective: Christian From, Peter Fønss, Tina Møller, Aldo Velasquez og Ingrid Tranum.
Mpiri: Sigridur Eythorsdottir, Katrin Næss Hansen, Danial Hoydal, Gisli Magnason, Liv Mikkelsen, Hans Mols Mortensen, Bogi Moutitzen, Cecilia Nolsøe Poulsen og Tóra Vestergaard

Atgongumerki á 200 kr. kunnu keypast í Kunningarstovunum í Havn, Runavík, Fuglafirði, Klaksvík og í Norðurlandahúsinum umframt á www.nlh.fo.
GG: Atgongumerkjasølan til sýningina í Løkshøll byrjar 23. sept.