HEIM
29.06.2010

“Dannebrog” kemur á Runavík í dag

Seinnapartin klokkan 15:30 kemur kongaskipið Dannebrog á Runavík, har býráðið tekur ímóti og Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Tá skipið kemur, spælir orkestri »Tá ið teir sóu landið«, og »Eingi er sum summarkvøld við strendur«, tá bilarnir koyra avstað aftur av havnarlagnum

Skráin hjá teimum kongaligu seinnapartin er hendan:
15.30 Kongshjúnini koma í land av kongaskipinum
Borgarstjórin bjóðar vælkomin og presenterar býráðið
Kirstin Rasmussen, dóttir borgarstjóran, handar drotningini blómur

kl. 16.00 vitjan á Bakkafrost, har tey verða víst runt á virkinum

kl. 19.55 Døgurði í Løkshøll - víst verður runt á skúlanum áðrenn, har m.a. at »livandi« framsýning við troyggjum frá Navia er sett upp