HEIM
31.05.2016

Dagtilhald fyri minnisveik letur upp á Skála

Fyri góðum tveimum mánaðum síðani tók stýrið fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamtakinum avgerð um, at gamla Sambýlið á Skála skuldi nýtast sum Dagtilhald til borgarar, ið eru minnisveikir.

Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at fremja hesa ætlan, sum hevur til endamáls at,

  • Stuðla heimabúgvandi, ið hava fingið staðfest demens sjúku, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longs gjørligt.
  • Veita avvarðandi lætta, vegleiðing og stuðul
  • Viðvirka til økta vitan um demens sjúkurnar.

Við hesum átaki hevur Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum ætlanir um at menna tænastuna á demensøkinum og soleiðis stuðla uppundir heildarætlanina um eitt demensvinarligt samfelag.

Í hesum sambandi verður “Opið hús” hósdagin 2. juni kl. 15.30 – 17.30,  har øll eru vælkomin.

Umframt røður og tónleik er skráin merkt av, at talan eisini verður um eitt barnavinarligt tiltak nevnt  “Kom við til Spæliland,” har klovnurin Totti undirheldur.

Bjóða verður kaffi og kaka til tey vaksnu og Sunkist og pylsubreyð til børnini.