HEIM
15.09.2016

Dagstovnarnir lata upp fyrr á morgni

Runavíkar býráð hevur, eftir áheitan frá foreldrum, tikið avgerð um, at dagstovnarnir í kommununi kunnu taka ímóti børnum eitt korter fyrr á morgni, um tørvur er á tí. Upplatingartíðin, sum hevur verið frá 7:30 til 17.00, verður nú 7:15 til 17.00. Vónandi fer hetta at gagna teimum, ið skulu møta tíðliga ella hava langt til arbeiðis.

Barnahúsið Sellin hevur frammanundan bjóða hetta tilboð eina tíð. Hinir dagstovnarnir í kommununi fara at bjóða tað í næstum.