HEIM
12.12.2017

Dagstovnar steingja hósmorgunin 14. desember vegna verkbann

Vegna verkbann, lýst av Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, móti limum í Føroya Pedagogfelag á dagstovnaøkinum, steingja hesir dagstovnar og frítíðarskúlar í Runavíkar kommunu hósmorgunin 14. desember:

Dagstovnar:                                                              Frítíðarskúlar:
Barnagarðurin á Mýrunum                                     Frítíðarskúlin við Stórá
Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta                         Frítíðarstovan Varðin
Hólmurin
Barnahúsið Sellin

Aðrir limir hjá Pedagogfelanum, ið starvast hjá Runavíkar kommunu, sum t.d. í forskúlunum, eru ikki fevndir av verkbanninum.

Dagrøktin tekur framvegis móti børnum, tí dagrøktararnir eru limir í Starvsmannafelagnum.

Runavíkar kommuna vónar, at partarnir skjótast gjørligt samráða seg til eina semju, so børnini aftur kunnu koma á dagstovn.

Runavíkar kommuna