HEIM
14.09.2016

Cubansk vitjan í Føroyum

Yiliam Gómez Sardiñas, sum er cubanskur ambassadørur í Keypmannahavn, kemur á vitjan í Føroyum hósdagin og fer av aftur landinum leygardagin. Hon var borin í heim í høvuðsstaði Cuba – Havana - hin 02. apríl 1972. Hon tók eina master í búskaparfrøði á Higher Institute of International Relations í Havana í 2010, við serligum denti á altjóða samstørvum, og longur afturi, í 1995, gjørdist hon bachelorur í biokemi við lærda háskúlan í Havana. Hartil hevur hon Diploma in Management Techniques, fingið í Havana í 1999, Diploma in Technological Prospective, fingið í Lissabon í 2000, og Diploma in International Economy and Development Policy, fingið í New Delhi í 2006. Hon tosar enskt, franskt og spanskt mál (móðurmálið í Cuba). Yiliam hevur verið sendiharri í Keypmannahavn síðani í fjør. Hon er gift og eigur eina dóttir.

Starvsroyndir hennara eru annars fjølbroyttar. Hon starvaðist sum granskari á oljurannsóknarstovninum í heimlandinum 1995-1998. 1998-2001 var hon ráðgevi í Granskingarmálaráðnum. 2001-2005 virkaði hon í Handilsmálaráðnum. 2005-2008 í Uttanríkisráðnum, og í árunum 2008-2012 var hon chargée d’affaires fyri Cuba í ST-stovninum UNESCO í Fraklandi og árini fram til starvssetanina í Keypmannahavn virkaði hon aftur í Uttanríkisráðnum í Havana, hesaferð sum samskipari í politiskum uttanríkismálum.

Í mun til støddina á landinum – oynni – hevur Cuba verið nógv umrøtt í tíðindastreyminum, serliga í Kalda krígnum, tá ið stjórnin hjá kollveltingarleiðaranum Fidel Castro gjørdi av at samstarva við kommunistisku londini eystanfyri. Hetta gjørdist rættilig avbjóðing hjá risastóra grannanum norðanfyri – USA. Hetta skiftið var atvoldin til handilsstongsilin síðani, og ta gitnu Cuba-kreppuna, sum í ringasta føri kundi verið orsøkin til eitt triðja heimsstríð. Í hesum døgum nærkast USA og Cuba hvørjum øðrum aftur, og tey diplomatisku viðurskiftini eru komin í rættlag, og fólk ferðast nú ímillum londini sum í gomlum døgum.

Ambassadørurin Sardiñas hevur í eina tíð ynskt at vitja í Føroyum. Hesar báðar sólarringarnar vitjar hon í fleiri ráðum í høvuðsstaðnum. Hon ger eisini eitt legg inn í Eysturoynna, har hon vitjar Runavíkar kommunu og fleiri virkir í oynni. Tað hevur ikki verið nógv samskifti ímillum Føroyar og Cuba, men føroyingar hava roynt seg sum fiskaseljarar í Cuba, og øll hava hoyrt um Cuba-trolararnar, sum fingu eina drúgva søgu í ísfiskafiskiskapinum undir Føroyum. Kanska minnist onkur eisini, at cubanski togarin “José Martí” var móttøkuskip í makrelvertíðini tað eina árið, og at hann lá við bryggju í Runavík í nógvar vikur eftir, at vertíðin var av. Sardiñas fer av landinum aftur leygardagin.