HEIM
16.03.2020

COVID-19: Støðulýsing 16.03.20

Fríggjadagin sendi Runavíkar kommuna út fráboðan um átøk innanvert kommunumarkið, nú COVID-19-smittan hótti og so smátt hevði fingið fastatøkur her á landi eisini. Í vikuskiftinum hevur hon, smittan, tikið dik á seg, og hildið verður fast um átøkini, nevnd í fráboðanini: “Fyriskipanir í Runavíkar kommunu orsakaðar av COVID-19 smittuni.,” sum sæst á heimasíðuni www.runavik.fo.

Ongin ivast í, at støðan er sera álvarslig og at hon er soleiðis háttað, at nú ræður um áralag, har landsmyndugleikar, andstøðan á Løgtingi og kommunurnar taka á saman og í felag brúka neyðugar heimildir, fyri at fólkið í landinum kemur so væl burturúr hesi heilsukreppuni sum gjørligt.

Soleiðis sum eitt vælferðarsamfelag er skrúvað saman, kann tað skjótt verða, at kreppa í einum geira tekur aðra við sær. Ongin samfelagseind stendur einsamøll longur. Vinna, skúlar, dagstovnar, eldrarøkt, frítíðarlív etc. treyta hvørt annað. Sleppur ein heilsukreppa at flyta seg til at vera ein vinnukreppa og síðan til at vera ein fíggjar- og búskaparkreppa er stutt eftir til eina samfelagskreppu. Uppgávan í hesum førinum er at seta allar hesar javnvágirnar upp ímóti vandanum frá COVID-19 smittuni.

Í stóran mun sær tað út til, at átøkini, vit settu í verk fríggjadagin, hava verið nøktandi í fyrstu syftu. Tey eru galdandi fram til mánamorgunin hin 30. mars 2020. Støðan verður kortini eftirmett hvønn dag, og í morgun hevur ein innanhýsis leiðslubólkur sitið á fundi og viðgjørt støðuna. Semja var um at gera nakrar justeringar í starvsfólkahópinum, soleiðis, at møgulig smitta ella sóttarhald ikki taka okkum av fótum um eina leið. Ein kommuna er staðbundin tilbúgvingareind í slíkum støðum, røkir basalar funktiónir, og skal tí vera manna, hóast tað brýtir um bæði borð.

Borgarstjórin hevur, umframt leiðslubólkin innanhýsis, sett ein standandi bólk, partvíst mannaður við fólki úr samfelagsáhugamálum uttanfyri Ráðhúsið, sum hann kann fáa ráðgeving frá, alt eftir sum støðan broytist tíma fyri tíma og dag frá degi. Úr vinnuni, eldrarøktini, dagstovnum, skúlum etc. Hesin verður kallaður á fund eftir tørvi.

Samanumtikið verður hildið fast um ásetingarnar fríggjadagin, við smávegis innanhýsis skiftingum, og boðað verður frá, táið okkurt nýtt er at frætta higani.

Runavíkar kommuna er sostatt heil sum tilbúgvingareind í hesum døgum, og hóast dyrnar eru afturlatnar, verður svarað á tlf. 417000 og á teldupostadressuni runavik@runavik.fo.

Vinarliga

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.