HEIM
27.06.2011

Cirkus Flik-Flak vitjar í Runavík

Í komandi døgunum vitjar Cirkus Flik-Flak í Føroyum, har tey fara at sýna fram kring landið.
Mikudagin, 29. juni, koma tey til Runavíkar at sýna fram í ítróttarhøllini. Sýningin byrjar kl. 18.00, og verður kostnaðurin 80 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin. Við inngongdina verður møguleiki at keypa poppkorn og candyfloss.
Hósdagin, 30. juni kl. 16.00 – uml. kl. 18.00, verður ókeypis cirkus workshop í ítróttarhøllini, har øll, ið hava áhuga at royna seg sum cirkusleikara, eru vælkomin. Cirkus Flik-Flak vónar, at tað verða nógv børn og ung, sum koma at royna seg.