HEIM
19.08.2009

CIRKUS BALDONI

Framúr gott undirhald við djørvum, stuttligum og spennandi framførslum úr Kina, Ungarn, Onglandi og Danmark.

Aftur í ár hevur Cirkus Baldoni lagt alla orku í at seta upp eina spennandi framførslu fyri alla familjuna.

Fyri fyrstu ferð í Norðurevropa
Fyri fyrstu ferð nakrantíð fara vit at kunna uppliva ikki færri enn tvær framførslur, sum ongantíð áður eru vístar í einum norðurevropiskum sirkusi, eitt nú "Maðurin við teimum 100 andlitunum", sum er ein listafín framførsla, har ið leikarin skiftir gekkaskortar á heilt serstakan hátt. Ikki minni undranarverd er framførslan, har ið sirkusleikarin, meðan hann súkklar á eini 2½ metra høgari súkklu, loftar smáum skálum á høvdinum, sum hann lættliga og smidliga blakar upp hagar við fótinum, og hann endar við at blaka eina teskeið upp í skálirnar.
Harumframt fara vit eitt uppliva eina ótrúliga framførslu, har ein bogaskjútti, meðan hann stendur á hondunum, skjýtur eina ørv við fótunum – og sjálvandi rakar beint. Eisini fara vit at síggja rola rola, høga stólajavnvág, jonglering, akrobatar og nógv annað.

Nú ber til at flenna í kíki
Klovnarnir Danilo & Danila fara eitt nú at vísa, hvussu kønir teir eru í disco-dansi og hvussu væl teir duga at mjólka. Øllum børnum dámar ta framligu leyvuna Leonardo, og hon fer enn einaferð at undirhalda og arga Baldoni, og so fara vit eisini at síggja Thessa Daniella saman við Freddi Steckel í tí framúrskarandi kaskadørframførsluni, har tey blaka seg sjálv og hvørt annað út í nýtt akrobatiskt kæti. Baldoni sirkusstjóri leiða okkum ígjøgnum ta 2 tíma longu sýningina.

Atgongumerki kunnu bíleggjast og keypast á www.cirkusbaldoni.com ella keypast í forhøllini 1 tíma undan sýning.

Hvar og nær
Cirkus Baldoni hevur framførslur á hesum støðum:
mán 31/8 Vestmanna Vestmanna Høllin 19.00
týs 01/9 Miðvágur Høllin á Giljanesi 19.00
mið 02/9 Klaksvík KÌ-Høllin 19.00
hós 03/9 Runavík Idrætshøllin 19.00
fri 04/9 Fuglafjørður Ítróttarhøllin 19.00
ley 05/9 Tvøroyri Høllin I Trángesvagí 14.00
sun 06/9 Tórshavn Høllin á Hálsi 15.00 og 18.00