HEIM
24.08.2009

Býráðsskrivarin 20 ára starvsdag

16. juni vóru 20 ár síðan Dinna Jensen byrjaði sum býráðsskrivari hjá Runavíkar kommunu. Fyri at hátíðarhalda henda merkisdag, vóru øll starvsfólkini á kommunuskrivstovuni savnað til hugnaliga samveru fríggjadagin. Dinna fekk handa eina samanplanting frá býráðnum og helt Borgarstjórin eina talu, har hann takkaði Dinnu fyri trúgva og góða tænastu.