HEIM
27.01.2009

Býráðsfundur hósdagin 29. januar

Hóskvøldið kl. 17 setir nývaldi borgarstjórin, Magnus Rasmussen, sín fyrsta almenna fund í nývalda býráðnum. Skráin er tøk her á heimasíðuni (Býráðið > Býráðsfundir > 2009 > 29.01.2009)

9 av 11 býráðslimum eru nývald, tó hevur varaborgarstjóri, Sæunn Ólavsdóttir, eisini sitið í býráðnum fyrr. Síðstu setu var býráðið mannað við 11 monnum. Hesa ferð eru 3 kvinnur og 8 menn.