HEIM
08.12.2017

Býráðsfundir 2018

Á býráðsfundinum hin 30. november, sum var hildin í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará, nú býráðssalurin verður umvældur, varð avgjørt nær og hvar býráðsfundirnir hjá Runavíkar býráði verða hildnir í 2018. 7 fundir vera hildnir í býráðssalinum í Saltangará, meðan tríggir fundir verða hildnir ávikavíst í Rituvík, Oyndarfirði og á Skála. 10 av 11 býráðslimum møttu á fundinum, 9 atkvøddu fyri uppskotinum hjá borgarstjóranum, meðan hin atkvøðan var blonk. Fundirnir eru ásettir soleiðis:

Hósdagin hin 25. januar 2018 kl. 17:00 (Saltangará)
Hósdagin hin 22. februar 2018 kl. 17:00 (Saltangará)
Hósdagin hin 22. mars 2018 kl. 17:00 (Saltangará)
Mánadagin hin 30. apríl 2018 kl. 17:00 (Rituvík)
Hósdagin hin 31. mai 2018 kl. 17:00 (Saltangará)
Hósdagin hin 28. juni 2018 kl. 17:00 (Saltangará)
Hósdagin hin 30. august 2018 kl. 17:00 (Oyndarfjørður)
Hósdagin hin 27. september 2018 kl. 17:00 (Skála)
Miðvikudagin hin 31. oktober 2018 kl. 17:00 (Saltangará)
Hósdagin hin 29. november 2018 kl. 17:00 (Saltangará)