HEIM
05.09.2014

Býráðið í lopgrøvini

Býráðið í Runavíkar kommunu endaði í grøvini eftir býráðsfundin í gjárkvøldið.

Eftir fundin hevði Fimleikafelagið Støkk boðið býráðslimunum út í nýggju stásiligu fimleikarhøllina Bylgjuna, sum varð tikin í brúk herfyri til eina framsýning og ein bita at eta.

Og undir kønari leiðslu av royndum fimleikarum fingu lokalpolitikararnir eisini høvi at royna tey ymisku amboðini, sum høllin hevur at bjóða til ymsar fimleikaavbjóðingar.

Størsta upplivilsi var at leypa í skúmgrøvina, og sum myndirnar vísa, skemtaðu politikararnir sær óført.

Myndirnar hevur Birna Vestergaard tikið.