HEIM
10.11.2016

Býráðið hevur skipað seg í Runavíkar kommunu

Fimleikahøll Runavíkar og platformur

 

Á fundi í Søldarfjarðar skúla hevur nývalda býráðið, sum tekur við leiðsluni á nýggjárinum, skipað seg í gjárkvøldið. Full semja er ímillum øll tey 11 valdu um býtið av sessunum, sum skulu mannast tey næstu fýra árini.

Undir tingingunum komu tey valdu m.a. ásamt um, at skipast skal ein nevnd, ið skal taka sær av natúru- og umhvørvismálum.

Semja er um, at Tórbjørn Jacobsen verður borgarstjóri í næsta valskeiði og at Terje Beinar Vestergaard verður varaborgarstjóri.

Annars eru meginnevndirnar mannaðar soleiðis:

Í Fíggjarnevndini er Tórbjørn Jacobsen formaður, Kári Egholm Jacobsen næstformaður og Helgi Lamhauge Petersen nevndarlimur.

Í Teknisku nevnd er Jonhard Danielsen formaður, Jóhan Vest næstformaður og Kristian Gaardbo nevndarlimur.

Í Vinnu- og havnarnevndini er Kári Egholm Jacobsen formaður, Selinda í Heiðunum næstformaður og Jonhard Danielsen nevndarlimur.

Í Sosialu nevndini er Jonnhild Reynholdsdóttir formaður, Jonhard Danielsen næstformaður og Kristian Gaardbo nevndarlimur.

Í Mentanarnevndini er Helgi Lamhauge Petersen formaður, Terje Beinar Vestergaard næstformaður og Etly Nord Højgaard nevndarlimur.

Í Byggi- og býarskipanarnevndini er Etly Nord Højgaard formaður, Selinda í Heiðunum næstformaður og Hans Jákup Johannesen nevndarlimur.

Í Náttúru- og umhvørvisnevndini er Jóhan Vest formaður, Jonnhild Reynholdsdóttir næstformaður og Hans Jákup Johannesen nevndarlimur.

Í Kongshavnar havnastýri eru Kristian Gaardbo og Etly Nord Højgaard vald.

Í stýrið fyri Roðan – samtakið ímillum Runavíkar, Nes- og Sjóvar kommunu eru hesi vald fyri Runavíkar kommunu: Tórbjørn Jacobsen, Kristian Gaardbo, Selinda í Heiðunum og Jóhan Vest.

Umframt hesi val, eru sessirnir í skúlastýrum, staðbundum nevndum, musikkskúlanevnd o.s.fr. eisini mannaðir.

Nýggja manningin fer av heilum huga og við fullum treysti undir at stjórna Runavíkar kommunu tey næstu fýra árini.