HEIM
13.06.2018

Bylgjuland á Eystanstevnu

Leygardagin 16. juni verður skipað fyri stóra Bylgjulandinum á Eystanstevnuni. Endamálið er, at børn og vaksin kunnu hugna sær í frálíku umstøðunum í Bylgjuni og uttanfyri.

Inni í Bylgjuni ber til at stuttleika sær á airtrack, trampolinum og øðrum. Armbond til hetta kosta einans 50 kr., og so kanst tú stuttleika tær, so nógv sum tær lystir. Eisini vera sølubásar við myndatøku, pílakasti, fiskibrunni, tombola, seymsláing og øðrum.

Ponyríðing verður uttanfyri Bylgjuna. Somuleiðis verður eitt mattjald, ið selur kramarís, pop-corn, candyfloss, vaflur, kips, ískakao og kaffi.

Eisini verður skipað fyri sonevndum NERF-kríggi inni í amboðshøllini. Kappast verður í tveimum bólkum, børn 8 ár og yngri og børn 9 ár og eldri. Neyðugt er at hava egna NERF-útgerð við.

 

Skúmrokið

Tað vera brandbilar frá Skálafjarðar sløkkiliðið, sum fyriskipa. Samstundis, sum skúmrokan er, verður eitt vatnkríggj. Hesa løtuna hava øll atgongd til vatn úr kørum og spannum, so minnist til skiftiklæðini og til vatnrevolvaran.

Ymiskir einstaklingar og bólkar framføra eisini í Bylgjuni hendan dagin.

  • Skráin fyri Bylgjulandið:
    kl. 14.00 Kristina Bærentsen
    kl. 15.00 Signar í Homrum
    kl. 15.30 Oldboys band, 
    Símun Nónklett, Jóhan Mortensen og Jónsvein Mikkelsen
    kl. 15.00 NERF kríggj í amboðshøllini fyri børn 8 ár og yngri kostnaður 50 kr
    kl. 16.00 NERF kríggj í amboðshøllini fyri børn 9 ár og eldri, 
    kostnaður 50 kr
    kl. 16.00 LØKIN Band, 
    fyriskipari Ásbjørn Berthelsen
    kl. 17.00 MótaframsýningShop-in, Shari, Berglon, Skálkur, Name it, Gellan, hjá Sannu og AK-import
    kl. 18.00 Jassarnir, Áron Poulsen, Leivur Lassen, Beinir Grønagarð, Rókur Troest Rasmussen
    kl. 19.00 VATNKRÍGGJ og SKÚMBAР
    við Brandbilum uttanfyri Bylgjuna, minnist til vatn-revolvara og skiftiklæðir. Møguleiki er at vaska sær og skifta inni í skiftingarrúmunum í Bylgjuni
    kl. 20.00-22.00  Barnadiskotek í Bylgjuni, kostnaður50 kr, Støkk