HEIM
21.06.2017

Bylgjan

Vestari endin á gomlu ítróttarhøllini verður nú dagførdur upp til sama støði sum nýggja fimleikahøllin soleiðis, at øll Bylgjan fær sama sniðið vestureftir ímóti Løkinum.

Runavíkar kommuna hevur fyrr í ár gjørt avtalu við múraran Ingolf Hansen um at gera eina tekniska dagføring av múrinum, og nú hevur kommunan gjørt avtalu við TN-Bygging, Heiðavegur 25, Saltangará, um at klæða múrin við sama tilfari, sum brúkt er í vestara enda á fimleikahøllini. Peningur er settur av á fíggjarætlanini 2017 til hetta endamálið.