HEIM
26.09.2014

Bylgjan endaliga avhendað

Týsdagin varð nýggja fjølbroytta høllin í Runavík, Bylgjan, endaliga avhendað.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur, skrivaðu undir endaligu uppgerðina inni í Bylgjuni.

Fíggjarkarmurin fyri verkætlanina, sum kommunan setti sær, helt við einum lítlum avlopi.

Runavíkar Kommuna og Búsetur fegnaðust um spennandi tilgongdina hesi seinastu árini og endaliga úrslitið.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, sigur um høllina:

"Bylgjan kemur at bøta munandi um fortreytirnar hjá Støkk og Tjaldur at skipa fyri fimleiki og hondbólti. Eisini er Bylgjan týðandi partur av menningini av breytatilboðum hjá Runavíkar Kommunuskúla. Samlaða høllin gevur okkum heilt nýggjar møguleikar, sum vit eitt nú sóu í samband við Fólkafundin seinasta vikuskifti. Bylgjan er gott dømi um bygning, sum sameinir vakurt snið og praktiskar nýtslumøguleikar.

Vetrarítróttirnar eru av álvara farnar í gongd í Bylgjuni, og bæði Støkk og Tjaldur boða frá, at limatalið støðugt økist.

Bylgjan endaliga avhendað