HEIM
17.05.2008

Bygdastevnar á Skála

Bygdarstevnan í ár verður skipað við tí endamálið, at familjur kunnu fáa ein góðan leygardag seinrapart, har okkurt er á skránni fyri alt húskið. Aftur í ár er stórur blómumarknaður á ítróttarøkinum, og hevur hesin undanfarin ár verið væl vitjaður. Hetta er jú júst rætta árstíðin. Eik Banki vitjar kl. 15.00 har Bassaføðingardagur, við Trøllapæturi, ókeypis ballóum og annað verður á ítróttarøkinum. Kl. 17.00 verður formuladystur ímillum Skála og Víking. 21-spæl, tombola, skjótitelt og mangt annað verður í teltum niðri við vøllin og harumframt verður møguleiki at keypa grillaðar búffar og annað gott. Leygardagurin endar við hugnaløtu við felagssangi við harmoniku, og kendur polittikari flytur fram røðu. Sunnukvøldið kl. 19.00 verður kvøldseta í skúlanum á Skála, hvar fyrilestur, tónleikur og kaffiborð vera á skránni.

Fríggjadagin 16. mai

Fótbóltur
Kl. 17.30 Smádreingir Skála - HBb
Kl. 19.00 Brotssparkkapping fyri børn
Kl. 20.00 3. deildardystur millum Skála og B36

Leygardagin 17. mei

Kl. 10.00-22.00
Tivoli letur upp
Tombola –Vørutombola - 21-spæl – Bóltakast – Seymsláðing- Pylsuvognur – Skjótitelt o.a.

Kl. 10.00-22.00
Blómumarknaður
Søla av runnum, steinaplantum, summarblómum, havamøblum og øðrum til havan.

Fótbóltur
Kl. 9.00 Smápiltar Skála b - KÍ - B36 d - Víkingur c
Kl. 10.30 Smápiltar hálvfinalubólkur Skála a – B36 a – B71 a – NSÍ b
Kl. 12.00 Pinkur Skála - KÍa - SÍF - B71
Kl. 13.30 Piltar TBb – B36b – HBe – Skála b
Kl. 15.00 Showbussur við Bassa, Trøllapæturi, ommuni, ókeypis balónum o.ø.
Kl. 17.00 Formuladystur Skála – Víkingur
Kl. 17.00-22.00 Grillað verður í teltinum við vøllin
Kl. 19.00 Brotssparkkapping fyri vaksin
Formulamálmenn verja málið

Kl. 21.00 Hugnakvøld við felagssangi, harmonikuspælið og røðu.

Sunnudagin 18. mai

Kl. 14.00-18.00
Blómumarknaður
Søla av runnum, steinaplantum, summarblómum, havamøblum og øðrum til havan.

Kl. 15.00
2. deild Skála-MB

Kl. 16.00
Bingo verður í bygdasalinum í ítróttarhøllini.

Kl. 20.00
Kvøldseta í skúlanum á Skála
Justines Olsen, djóralækni heldur fyrilestur og Jóannes Hansen skipar fyri tónleikinum. Té, kaffi og køkuborð verður á kvøldsetuni.