HEIM
20.06.2018

Bygdastevna á Skála í vikuskiftinum

Fríggjadagin 22. juni og leygardagin 23. juni verður skipað fyri bygdastevnu á Skála.

Ítrótturin er, sum vera man, í miðdeplinum, og byrjar stevnan fríggjakvøldið kl. 18 við einum braki av eini kommunuuppgerð millum Skála og NSÍ í Betri-deildini hjá monnum.

Tey, sum vilja síggja bæði dyst og spæla Gekk, hava møguleikan at fara í kafeteriuna í ítróttarhøllini beint eftir dystarlok, har Gekkurin verður vístur á stórskýggja. Á skránni fríggjakvøldið er annars grillhugnakvøld, tombola og barnabio. Kl. 21 framførir Signar í Homrum, og kl. 21.30 flytir Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fram stevnurøðu. Síðani verður felagssangur í kafeteriuni, og kl. 23 verður dansur við FourMENh.

Leygardagurin byrjar við felags morgunmati í kafeteriuni. Tombola er opið, og hópin av fótbólti í yngru deildunum er á skránni. Kl. 15 verður dystur í 1. deild hjá monnum millum Skála og B68.

Sí alla skránna niðanfyri: