HEIM
25.08.2009

Bygdartiltak í Funningi

Sunnudagin skipar Fornminnafelagið í Funningi fyri einum fjølbroyttum tiltaki. Byrjað verður við guðstænastu í kirkjuni kl. 12.00, har Elsa Funding, prestur, prædikar, og Rúni Brattaberg fer at syngja.

Eftir gudstænastuna skipar Fornminnisfelagið í Funningi fyri tiltaki í skúlanum. Høvi verður at keypa fiskasúpan, kaffi og køkur. Harafturat verður eydnuhjól við nógvum góðum vinningum uml. kl. 14.00.

Fornminnisfelagið í Funningi varð stovnað í vár og hevur sum endamál í fyrstu syftu at umvæla og endurbyggja Ølvustovu, eitt av elstu húsunum í bygdini. Har er einasta roykstovan, sum eftir er.

Ølvustova er bygd á teimum gomlu grundunum Heimi í Túni har, sum tað eftir søgnini, skal vera staðið har fyrstu landnámsmenninir bygdu. Arbeiðið er so smátt farið í gongd, og tað verður alt gjørt í samráð við kommununa, sum eigur húsini, og fornminnismyndugleikarnar, sigur felagið.