HEIM
17.05.2017

Bygdadagur í Rituvík

Leygardagin 27. mai skipa Missiónshúsið í Rituvík og Tofta- Rituvíkar blákrossfelag fyri einum bygdadegi í Rituvík.

Skrá:

Kl. 14.00    Bygdadagurin verður settur av Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra
Jónsvein Olsen syngur nakrar sangir

Kl. 14.30     Høvi hjá børnunum at vitja hoppiborgina (ókeypis)

Kl. 14.30     Kaffisølan og tombola letur upp

Kl. 15.00     Barnatiltak við luttøku av Bubu og barnakórinum á Toftum. Ókeyps ballónir til børnini

Kl. 16.00     Rennikapping - "Skákið runt", teinurin er 3,3 km. Kappast verður í hesum aldursbólkum:
□ Foreldur við børnum undir skúlaaldur (renna bert 1,1 km)
□ Børn 7-10 ár □ Børn 11-14 ár.
□ Kvinnur 15 ár og eldri □ Menn 15 ár og eldri 

 Tekning til luttøku í rennikappingini, seinast hósdagin 25. mai hjá Ásmundi Hansen, á Facebook ella SMS á tlf 230428.

Heiðurmerki verða handað. Allir rennarar fáa renniblus frá Banknordik.

Kl. 17.00           "Av lendingini niðan í bygdina". Søguligur túrur har Diktus og Martin Olsen siga frá. Byrjað verður á lendingini.

17.00 til 19.00 Franskur hotdog verður til keyps á grillini

17.00 til 18.00 Ponyríðing

Kl. 19.00          Sangløta í tjaldinum við Svein í Prestgarði og Jan Jacobsen.
Uppboðssøla av 5 málningum.
Lutaseðlar verða trektir.
Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa Krossi endar bygdadagin.
Høvi at geva eina gávu til byggingina av nýggjum missiónshúsið í Rituvík

 

Øll tiltøk eru ókeypis. Lutaseðil verður seldur gjøgnum dagin. Tombola og matsøla verður í tjaldinum frá 14.30, har høvi er at keypa kaffi, te, breyð, vaflur og annað fyri ein bíligan penga.

Vit síggjast í Rituvík 27. mai

Missiónshúsið í Rituvík og Tofta- Rituvíkar blákrossfelag