HEIM
24.06.2019

Býarverkfrøðingurin á vitjan

Marita Súsanna Hentze var fyri kortum sett í starv sum býarverkfrøðingur – leiðari fyri tøkniligu deildini – hjá Runavíkar kommunu. Hon byrjar í starvinum í næstum, men í dag nýtti hon kortini høvi til at vitja tey starvandi í Ráðhúsinum í Saltangará. Hon er útbúgvin maskinverkfrøðingur og hevur drúgvar arbeiðsroyndir á privatum og kommunalum mótum. Á deildini virka nú fimm verkfrøðingar og ein byggifrøðingur - umframt Vegadeildina, sum heldur til á Lambareiði.

Lars C. Kirkegaard, ið hevur verið býarverkfrøðingur, ynskti at fáast meiri við verkfrøði og verkætlanir heldur enn leiðslu, og eftir okkara áheitan er hann nú vorðin varaleiðari á tøkniligu deildini hjá Runavíkar kommunu.