HEIM
18.09.2018

Býarskái í november – Runavíkin spílar seg út!

Hví ikki vera í góðari tíð við jólagávunum í ár?! Og samstundis hoyra góðan tónleik og eta góðan mat?

Kom til Runavíkar 10. og 11. november, tá góð handilstilboð, upplivingar og tónleikur seta dám á økið.

Sjóneykan verður aftur sett á Runavíkina, tá handilslívið og Løkshøll skipa fyri upplivingum og seta hol á eina rimmar jólasølu.

Skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har handlarnir hava longt sínar upplatingartíðir. Fleiri handlar skipa fyri serstøkum upplivingum ella kappingum. Streetfood verður í býnum, matstøðini bjóða okkurt gott til góman og harumframt bjóðar Løkshøll til stórsligna konsert við Teiti Lassen. Teitur er útgávuaktuellur við ”I Want to be kind”, og konsertin við honum verður leygarkvøldið 10. nov kl. 20.00. Tilber at keypa atgongumerki á www.loksholl.fo .

Fleiri gistingarmøguleikar eru eisini í økinum, so til ber at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti í november.

Neyvari skrá verður á heimasíðuni hjá Visit Runavík – www.visitrunavik.fo ella á facebooksíðuni hjá Visit Runavík.