HEIM
01.03.2012

Búsetur skal gera fimleikahøllina

Heilt fitt av fólki var komið saman í býráðssalinum, tá Runavíkar Kommuna í morgun skipaði fyri fundi, har vinnarin av kappingini um at gera nýggja fimleikahøll við Løkin skuldi avdúkast.

Dávid Reinert Hansen, tekniskur leiðari hjá Runavíkar Kommunu, greiddi frá leistinum, sum hevði verið nýttur í kappingini.

Síðan avdúkaði Magnus Rasmussen, borgarstjóri, at eitt samtak við Búsetur, BPP Arkitektum, LBF og Sofus M. Jacobsen hevði vunnið kappingina frammanfyri fýra øðrum samtøkum.

Sjúrður Holm stjóri á Búsetur fekk handað blómutyssi, og síðani greiddi Lisa Sehested, arkitektur hjá BPP, frá verkætlanini.

Eftir ætlan verður grivið út í august í ár, og høllin stendur væntandi klár at nýta í september 2013.

Nógv meira verður at frætta um verkætlanini seinni. Sí myndarøðina niðast.

Myndarøð: {E1DC1DDD-3A53-476C-B63A-18BB874D4C5A}