HEIM
06.09.2018

Burðardyggur fíggjarkarmur fyri 2019

Aftur í 2019 ætlar Runavíkar kommuna at virka av og við egnari fíggarmegi og væl tað. Á almennum býráðsfundi í Oyndarfirði hevur býráðið í kvøld samtykt ein fíggjarkarm fyri 2019 á 213,5 milliónir krónur. Uppskotið til fíggjarnevndarfundin var soleiðis samanskrúvað:

Ein samd fíggjarnevnd mælti til at lækka íløguupphæddina við trimum milliónum krónum og heldur at vaksa um afturgjaldingina av skuld við 15 heldur enn 12 milliónum krónum. Hesum tók býráðið undir við.

Hetta merkir, at raksturin hækkar við 2%´um í mun til 2018, og at íløgur verða framdar fyri 41,5 milliónir krónur í 2019.

Farið verður nú av álvara undir sjálva fíggjarætlanartilgongdina samsvarandi hesum fyritreytum á umsitingar- og politiskum stigi. Miðað verður eftir, at hendan tilgongd er liðug og endalig, táið 1. viðgerð verður um fíggjarætlanina 2019, á býráðsfundinum hin 31. oktober 2018.