HEIM
19.04.2016

Búmerkja-og navnakapping hjá Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum

Økistænastan hjá Skálafjararsamstarvinum sum varðar av heimatænastuni og eldrarøktini í Runavíkar, Nes og Sjóvarkommunu hevur avgjørt at skriva út kapping um bú-og navnamerki.
Hetta varð samtykt á fundi í stýrinum 31. Mars 16.

Búmerkið skal avspegla virksemið hjá Økistænastuni.

Navnið skal vera stutt, fella væl og skal somuleiðis samljóða við virksemið hjá Økistænastuni.

Økistænastan virkar sambært løgtingslóg nr. 19 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og er endamálið, at fyribyrgja sjúku, at stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, at endurmenna mistan førleika, at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og at veita røkt og umsorgan.
Til tess at náa hesum endamálið veitir Økistænastan eina heildartænastu innan eldraøkið í Skálafjarðarsamstarvinum.
Tænastan, ið veitt verður er:
Umlættingar og búpláss á røktarheimi/sambýli, Heimasjúkrarøkt, Heimahjálp, Ergo- og fysioterapi, Dagtilhald, Mattænasta, Ansingarstuðul og Fyribyrgjandi heimavitjanir til 75 ár og eldri.

Uppskotini skulu verða Økistænastuni í hendi seinasta lagi mánadagin 09. mai 2016, kl. 12.00.

Vinnandi uppskotini fáa hvør eina virðisløn á kr.10.000.