HEIM
17.12.2013

BU BU á Bókasavninum við Løkin

Mikukvøldið 18. desember skipar Kunningarstovan í Runavík fyri barnavinarligum tiltaki, í Bókasavninum við Løkin.

Tiltakið skuldi eftir ætlan verða í tjaldinum í samband við Gomul Jól í Heiðunum, men orsakað av veðrinum og teimum forsøgnum ið eru, so er tiltakið nakað broytt og eisini flutt.

Tiltakið byrjar mikukvøldi kl 18.00 tá ið børnini kunnu koma inn at klippa jólastjørnur. Um somu tíð, fer Klovnurin Bu Bu, at lesa jólaevangeliið og dreingir fara at syngja.

Nakað seinni, kanska um 19.00 tíðina, verður Bu Bu aftur á skránni, tá við sínum undirhaldi, har hann millum annað klossast við einum stiga, syngur nakrar sangir og gera ymiskt stuttligt við børnunum og sjálvandi teimum vaksnu, um tey hava hug at vera við. Aftaná fer Bu Bu eisini at geva sær tíð, til at heilsa uppá børnini og práta við tey og um tey hava hug, so kunnu børnini avmyndast saman við Bu Bu.

Kunningarstovan hevur fingið møguleikan at lána vælegnaða Bókasavnið við Løkin, ið er í Skúlanum við Løkin til hetta tiltakið.

Klovnurin Bu Bu, hevur júst latið úr hondum Jólalagið: Jól, Jól, Bu Bu jól sum er víst rættuliga ofta á youtube, so væntandi verður hetta lagið eisini framført í annaðkvøld í bókasavninum við Løkin.