HEIM
29.05.2018

Bryggjan undir Høgabóli

Ímorgin – miðvikudagin – kl. 17 fær Runavíkar kommuna handaða nýggju bryggjuna undir Høgabóli. Løtan verður markað við einum haldi, har ið Nes Sóknar Hornorkestur fer at spæla og onkur røða verður flutt fram.

Ein partur av ætlanini var, at dýpið fram við hesi nýggju bryggjuni skuldi vera 12 metrar – ella at dýpið skuldi vera tað sama sum framvið við Oljubryggjuna. Arbeiðið varð boðið út og skuldi gerast í tveimum syftum. Fyrri parturin snúði seg um at dýpa niður á 12 metrar og at gera eina minni dýping við Bakkabryggjuna á Glyvrum. Kostnaðurin fyri hetta var slakar tríggjar milliónir krónur, og á sumri í 2016 var sáttmáli gjørdur við Spf. Rókina um at fremja hetta í verki.

Rókin & Munck Civil Engineering á Glyvrum vann kappingina um at gera bryggjuna undir Høgabóli, og hin 7. november 2016 skrivaðu stjórin Jákup Martin Kjeld og borgarstjórin undir sáttmálan á góðar 36 milliónir krónur.

Arbeiðið hevur gingið skjótari enn væntað, og ímorgin verður bryggjan handað kommununi.

Nú bryggjurnar eru sambundar er samlaða longdin á hesi atløgusíðu áleið 580 metrar. Dýpið er 12 metrar við Oljubryggjuna og hesa nýggju bryggjuna - framvið eini bryggjulongd á aleið 320 metrar. Framvið gomlu bryggjuni gongur dýpið frá 12 metrum niður á 6 metrar suður ímóti Havnarskrivstovuni. Annars er samlaða bryggjulongdin í allari kommununi nú komin upp á áleið 2 kilometrar.

Nýggja átakið gevur fleiri møguleikar, og nú grót verður flutt av Strondum yvir um fjørðin, og lagt í økið báðumegin markið ímillum Saltangará og Glyvrar, verða vinnumøguleikarnir uppaftur størri í økinum.

Asfaltering og ravmagn eru ikki við í arbeiðnum, sum er gjørt, og verða hesi boðin út serskilt í næstum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til haldið á bryggjuni undir Høgabóli ímorgin – miðvikudagin - kl. 17

Runavíkar kommuna